BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
METHOD:PUBLISH
CALSCALE:GREGORIAN
PRODID:-//WordPress - MECv5.20.5//EN
X-ORIGINAL-URL:https://rentabike.fo/
BEGIN:VEVENT
UID:MEC-7bd5137ed5ca385bcf5453dee7f0591f@rentabike.fo
DTSTART:20261101T130000Z
DTEND:20261101T170000Z
DTSTAMP:20261014T133000Z
RRULE:FREQ=WEEKLY;UNTIL=20261129T170000Z
CREATED:20261014
LAST-MODIFIED:20261014
SUMMARY:Fjallasúkkluavbjóðingin november 2026 (MTB Trailcup challenge)
DESCRIPTION:Fimm sunnudagar við súkkling, samanhaldi og stuttligum avbjóðingum\nHevur tú eina fjallasúkklu og hug at súkkla saman við øðrum? So kom við! Í november savnast vit fimm sunnudagar til góðar túrar, ymiskar avbjóðingar og hugnaligan felagsskap.\nTú kanst royna teg móti hinum, bjóða tær sjálvum av ella bara njóta túrin og samanhaldið. Tú nýtist ikki at vera vanur við at kappast fyri at vera við.\nVit hava fyriskipað lokalar fjallasúkklukappingar í trý ár. Nú royna vit eitt nýtt snið við íblástri frá Trailcup og Epic Series – við súkklugleði, avbjóðingum og samanhaldi í miðdeplinum.\nSoleiðis gongur tað fyri seg\nHvønn sunnudag súkkla vit ein longri túr við fleiri tíðtiknum pørtum, sum verða nevndir segment. Summir eru lættir, aðrir meira tekniskir, og tað verður súkklað bæði niðan og oman. Tú fært sostatt høvi at royna teg í ymiskum avbjóðingum á fjallasúkkluni.\nTíðin á segmentunum verður skrásett á Strava og gevur stig. Skjótasti súkklarin fær 10 stig, næstskjótasti 9 stig og so fram, niður í 1 stig.\nStigini frá øllum segmentunum verða løgd saman, og tann við flestum stigum vinnur dagsins avbjóðing. Eftir allar fimm sunnudagarnar verða samlaðu stigini tald upp, og ein samlaður vinnari verður funnin.\nNær og hvar?\nDagarnir eru: 1., 8., 15., 22. og 29. november 2026.\nMøtt verður kl. 12.45, og vit byrja kl. 13.00.\nUmleið tveir dagar undan hvørjari avbjóðing fáa tilmeldaðir luttakarar eina GPX-fílu við dagsins leið.\nMøtistaður: verður kunnað á degnum\nLuttøkugjald: kr.150 per ferð\nHetta skalt tú hava upp á pláss\n•	Eina fjallasúkklu og súkkluhjálm.\n•	Eina Strava-konto – ókeypis útgávan kann brúkast.\n•	Telefon ella súkkluteldara, sum kann skráseta túrin og flyta hann til Strava.\n•	Tá túrurin er súkklaður, skal hann leggjast á Strava sama dag.\n•	Tilmelding og luttøkugjald skulu vera avgreidd, áðrenn kappingin byrjar.\n
URL:https://rentabike.fo/guided-tours/fjallasukkluavbjodingin-november-2026-mtb-challenge/
ORGANIZER;CN=:MAILTO:
CATEGORIES:BIKING TOURS
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://rentabike.fo/wp-content/uploads/2024/02/65d4b2a4be5a8ff291bcbc75_udsigt-over-torshavn-pa-cykel-cut.png
END:VEVENT
END:VCALENDAR