Skalt tú við Team Rynkeby til París ella annan longri tú á kappsúkklu?

Tað kann vera nógv at hugsa um, serliga um tú ert nýggj/ur á kappsúkklu. Vit vilja fegin hjálpa tær at finna út av, hvat tú hevur tørv á til venjingarnar komandi mánaðarnar – og hvat tú ikki nýtist at keypa beinanvegin.

Nýggj/ur á kappsúkklu?

Um hetta er fyrsta árið, tú skalt súkkla regluliga, er tað týdningarmesta at fáa eina góða og trygga byrjan. Røtt útgerð ger venjingina bæði meira komfortabla og stuttligari.

Hjálmar

Ein hjálmur skal sita væl og kennast góður, eisini tá tú súkklar leingi.

Ljós

Tá tú venur í føroyskum veðri og myrkari árstíð, er gott ljós ein týdningarmikil partur av útgerðini.

Fløskur og taksur

Hav vatn og tað mest neyðuga lætt atkomiligt á súkklutúrinum.

Súkkluklæðir

Góðar súkklubuksur og klæðir, sum passa til tín, gera stóran mun til venjingina og á túrunum.

Handskar og húgvur

Smá ting, sum kunnu gera stóran mun fyri komfortin á longri túrum t.d. handskar og húgvur

Skógvar og pedalir

Røtt skógva- og pedalaskipan kann geva tær eina betri og tryggari kenslu á súkkluni. Vit hjálpa tær fegin at finna tað, sum passar til tín.

Leiga eina kappsúkklu

Manglar tú eina súkklu at venja á í heyst og vetur, meðan tú bíðar eftir tínari nýggju súkklu? Tú kanst leiga eina kappsúkklu fyri 1.000 kr. um mánaðin. Skriva til okkum, so gera vit súkkluna klára til tín.

Hevur tú longu útgerðina?

Hevur tú longu hjálm, klæðir og tað mest grundleggjandi, kanst tú gera venjingartúrarnar lættari og tryggari við tí útgerðini, sum tú hevur tørv á, tá kilometrarnir gerast fleiri.

Dekk, slangur og amboð

Gott at hava við, um tú punkterar ella okkurt skal rættast á túrinum.

Súkkluverkstaður

Tað er best at hava súkkluna væl justeraða og klára til nógvar kilometrar. Vit hjálpa við service, bremsum, gearum, dekkum og øðrum viðlíkahaldi.

Ert tú í iva um, hvat tú hevur tørv á?

Kom inn í handilin. Vit hjálpa tær at finna útgerð, sum passar til tín, súkkluna og venjingina.