SÚKKLUVERKSTAÐUR

Vit umvæla og viðlíkahalda súkklur og hjálpa tær við góðum ráðum og røttu loysnini
Nógvir eykalutir eru á goymslu, eitt nú skivu- og v-bremsur, ketur, krankset og káplar. Ring 270 600 ella skriva til rentabike@rentabike.fo fyri at hoyra nærri.

Showing all 8 results

  • Standardservice av barnasúkklu (Standardeftirlit)

    Standardservice av barnasúkklu (Standardeftirlit)

    kr.350.00

    Tá bremsurnar taka væl og gearini skifta lætt, verður súkklutúrurin bæði tryggari og stuttligari. Service fevnir um stilling av gearum og bremsum og kanning av boltum og lufttrýsti í dekkunum.

  • Standardservice av súkklu (Standardeftirlit)

    Standardservice av súkklu (Standardeftirlit)

    kr.750.00

    Halt súkkluna væl koyrandi og fá meira gleði av túrunum. Gear og bremsur verða stillað, boltar og lufttrýst í dekkunum verða kannað, og ketan verður reinsað og smurd. Slitnir lutir verða skiftir eftir tørvi.

    Arbeiðið at skifta slitnar lutir er íroknað serviceprísinum. Eykalutir verða goldnir afturat.

  • Standardservice av elsúkklu (Standard elsúkklueftirlit)

    Standardservice av elsúkklu (Standard elsúkklueftirlit)

    kr.1,050.00

    Halt elsúkkluna væl koyrandi til gerandagin og longu túrarnar. Gear og bremsur verða stillað, boltar og lufttrýst í dekkunum verða kannað, og ketan verður reinsað og smurd. Elskipanin verður eisini kannað, harímillum battarí, motorur, kontaktir, sensorar og software. Slitnir lutir verða skiftir eftir tørvi.

    Arbeiðið at skifta slitnar lutir er íroknað serviceprísinum. Eykalutir verða goldnir afturat.

  • Stór service (Premiumeftirlit)

    Stór service (Premiumeftirlit)

    kr.1,800.00

    Ein grundig gjøgnumgongd til súkkluna, sum verður nógv brúkt ella treingir til meira enn standardservice. Súkklan verður tikin sundur, reinsað, smurd og sett saman aftur. Slitnir lutir verða skiftir eftir tørvi, so súkklan aftur er væl koyrandi.

    Arbeiðið at skifta slitnar lutir er íroknað serviceprísinum. Eykalutir verða goldnir afturat.

  • Standardservice við ultraljóðreinsing (Standardeftirlit við UltraSonic Ceaner)

    Standardservice við ultraljóðreinsing (Standardeftirlit við UltraSonic Ceaner)

    kr.1,050.00

    Gev ketuni og gearlutunum eina grundiga reinsing, so súkklan gongur lættari og óneyðugt slit verður minkað. Gear og bremsur verða stillað, og boltar og lufttrýst í dekkunum verða kannað. Ketan og viðkomandi gearlutir verða djúpreinsað í ultraljóðreinsara og smurd eftir reinsingina. Slitnir lutir verða skiftir eftir tørvi.

    Arbeiðið at skifta slitnar lutir er íroknað serviceprísinum. Eykalutir verða goldnir afturat.

  • Trygdareftirlit og klárgerð av nýggjari súkklu

    Trygdareftirlit og klárgerð av nýggjari súkklu

    kr.350.00

    Ein góð byrjan við nýggju súkkluni. Gear og bremsur verða stillað, boltar og lufttrýst í dekkunum verða kannað, og súkklan fær fyribyrgjandi rustviðgerð.

  • Pakka súkklu

    Pakka súkklu

    kr.600.00

    Tak súkkluna við á ferðina. Skal tú súkkla uttanlands, ella gongur leiðin heim aftur eftir súkklufrí­tíð í Føroyum? Vit gera súkkluna klára og pakka hana í eina pappeskju til flutning.

    Avtala tíð til pakking í góðari tíð undan fráferðini.

  • Samla súkklu

    Samla súkklu

    kr.600.00

    Úr kassanum og klár til túrin. Hevur tú keypt eina súkklu, sum verður latin í einum kassa? Vit hjálpa tær at fáa hana savnaða og klára at súkkla á.

    Tænastan fevnir um samanseting, stilling av gearum og bremsum og kanning áðrenn handan.

    Prísurin veldst um súkkluna og arbeiðið, sum krevst. Vit avtala prísin við teg, áðrenn arbeiðið byrjar. Møguligir eykalutir og eyka arbeiði verða avtalað við teg frammanundan.